Back to All Events

Tjóðsavnið letur upp fyri summarið


  • Framsýningin Brekkutún 6 FO-188 Hoyvík Faroe Islands (map)

Tjóðsavnið letur upp fyri summarið

1. mai letur framsýningin í Brekkutúni upp fyri summargestum. Kom og forvitnast um fornar lutir, klæð teg sum ein víkingur, njót ein kaffimunn við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð ella finn tín næsta grip í savnsbúðini.

Les meira um framsýningina í Brekkutúni her.

Atgongumerkið til framsýningina gevur tær eisini atgongd til Hoyvíksgarð og Hvalastøðina við Áir. Atgongumerkið er galdandi til eina vitjan á hvørt savn í eina viku.

Framsýningin í Brekkutúni 6 er opin hvønn dag frá 1. mai til 30. septembur frá kl. 10 til kl. 17.

Previous
Previous
8 March

Tiltak og serframsýningar á Tjóðsavninum á Altjóða Kvinnudegnum 8. mars 2024

Next
Next
8 May

Umhvørvisvikan: Hugnakvøld við framløgum á Tjóðsavninum